Hugaligt ljóðar boðskapurin um jólini, at nú skulu vit semjast, tí nú er friðurin lagstur um allan heimin.
Og samstundis sum jólanissurnar og stjørnurnar eru farnar at kaga fram í flestu handlunum her í Danmark, frætta vit heiman úr Føroyum, at nú er sonevnda kirkjustríðið av. Kirkjumálaráðið hevur gjørt úrskurð og sagt, at bispur hevur rætt og hini skeivt.
Olofsson hevur tikið avleiðingarnar og sigur, at nú fer hann úr starvi. Tí taka vit hattin av fyri. Tá tú hevur eina sannføring, tú torir at siga hana hart, so er tað eisini mansligt at standa við hana. Hóast tað kostar ein prestagarð.
Men líkt er til, at ikki alt er avgjørt kortini. Samstundis, sum svarið frá Kirkjumálaráðnum er at síggja, er onkur, sum framvegis birtir uppundir stríð í kirkjuni. Og hatta verður ivaleyst lagið, um vit vilja tað ella ikki. Klandursvætti fara altíð at vera, sum bara vilja klandrast, hóast tey onga søk hava.
Løgið er kortini at sita her niðri og síggja, at ein av grundgevingunum fyri øllum klandrinum sigst vera, at nýskipanir eru við at gerast til ranglæru.
Tað er satt at siga ilt at skilja, hvussu tað kann verjast. Tí kristna læran er jú øll, sum hon er, ein nýskapan. Hon er beinleiðis brot við Jødatrúnna, hóast sagt verður, sum ivaleyst eisini satt er, at tað var ikki tað, Jesus ætlaði. Men soleiðis gjørdist úrslitið, sum jú eisini Nýggja Testamentið er prógv um. Tað liggur í sjálvum navninum.
Mangan hava danir verið lagdir undir at vera meira ella minni heidnir. Tað fari eg nú ikki at skriva undir uppá. Men tak teir. Teir duga í hvussu er at fylgja við tíðini. Tað seinasta, teir hava fingið á trúarøkinum, er ein internet-trúboðara. Stutt og greitt hevur Indre Mission fingið sær missioner á Internetinum.
Ikki er so øgiliga langt síðan, at røddir í føroysku kirkjuni beinleiðis løgdu Internetið undir at vera komið frá sjálvum Illamanni. Kanska tað. Men so hava donsku missionerarnir helst vunnið á hinum Grábeinta, tí teir eru nú farnir at brúka Internetið í Harrans tænastu.
Og tað má væl sigast at vera nýskapan innan kristniboðan. Og enn er einki frætt um, at nakar hevur klagað ella klandrast um tað.
Eins og Jóhannes doypti við alfaravegin - Í Betániu hinumegin Jordan, sum var við høvuðsvegin millum Jerusalem og Petra, har nógv fólk ferðaðust - er danska Indre Mission farin at boða sín boðskap, har fólkið ferðast.
Og kanska áttu føroysku prestarnir eisini at hildið seg har, fólk ferðast, um enn tað kann tykjast heldur nýskapandi.
Edvard Joensen