Hesum boðar franska konsulátið frá í morgun, og tað sama ger vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Venjingar verða gjørdar við at evakuera fólk.
Franskur konsul í Føroyum er Hanna Jensen í gøtu. Og í fráboðan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu skrivar franska konsulátið soleiðis:
Við hesum verður fráboðað, at í sambandi við eina venjing verður nógv virksemi á havnalagnum í Norðragøtu fyrrapartin í morgin, 11. august, tá ein fronsk fregatt venur at evakuera ein hóp av fólki.
Franska konsulatið í Føroyum











