Tórshanvnar Froskmannafelag hevur keypt upplívganartól, eisini rópt oxygentól. Hetta økir trygdina hjá teimum sjálvum tá teir eru á felagstúri, men eisini onnur kunnu hava gagn av hesum tí tað er meira enn so komið fyri, at froskmenn úr felagnum hava verið við at leita eftir fólki á sjónum.
Tólið kostar 15000 krónur og tey ið hava stuðla keypinum eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Norðoya Sparikassi og Tórshavnar Skipasmiðja.
Tórshavnar Froskmannafelag er 42 ára gamalt.