Frostið kom óvart á

Kvinnan, sum gekk seg fasta á Gráfelli í gjár, varð tikin av bóli, tá tað fór at frysta.

Um hálvgum trý-tíðina í gjár fekk løgreglan boð frá eini útlendskari kvinnu, ið hevði gingið seg fasta í fjøllunum norðantil á Eysturoynni.

 

Hon var farin úr Gjáar bygd og ætlaði sær upp á Gráfelli og Slættaratind, men sum hon gekk kom mjørki á hana. Hon vendi tí, ætlaði at ganga oman aftur, men sum hon gekk fór at frysta, og tá hon ringdi til løgregluna fekk hon ikki longur fótafesti, greiddi hon frá.

 

Eiðis bjargingarfelag varð fráboðað og fór at leita eftir kvinnuni. Hon visti ikki nágreiniliga hvar hon var, men greiddi frá, hvat hon sá. Soleiðis eydnaðist tað bjargingarfelagnum at finna hana. Um sekstíðina á kvøldið vóru kvinnan og bjargingarliðið komin niður á skarðið við kvinnuni.

 

Kvinnar var væl fyri, og var eyðsæð von at ganga í fjøllunum. Hon var væl útgjørd og bar seg rætt at, tá hon kom í óføri.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at kvinnan hevði tað gott, tá hon var funnin. Henni bilti einki og hon varð ei heldur køld, so lukkutíð spældi alt væl av.