Í dag, 31. oktober, gevur Frum út stakløgini Sólarbro og Syklus. Talan er um tvær útgávur, har Frum hevur fingið við sær tvær av mest spennandi kvinnuligu røddunum í føroyska tónleikalívinum.
Seinastu árini hevur Jenný Kragesteen, kvinnan handan Frum, arbeitt við nýggjum tónleiki og verið serliga tilvitað um at samstarva við kvinnuligar listafólk – bæði í framleiðslu og nú eisini sum feature á sangum á føroyskum.
Sólarbro hevur gówa sum gestasangara. gówa er ein av sterkastu røddunum í Føroyum, og hon gevur lagnum ein sálarríkan soul-kenslu og eina megi, sum ger sangin heilt serstakan.
Syklus hevur jazzygold á sum feature. jazzygold er millum mest spennandi artistarnar í Føroyum og hevur eisini fingið nógv eyga vend móti sær uttanlands.
Við sínum eyðkenda stíli og rammu nærveru lyftir hon Syklus til eitt nýtt hæddarstøði.
Við hesum báðum útgávunum víðkar Frum tónleikahorisonstin og gevur okkum eina nýggja síðu av sínum skapandi heimi – á føroyskum fyri fyrstu ferð.
Sólarbro og Syklus eru tøk á øllum stroymingarpallum frá 31. Oktober.
Lurta á teimum pallunum, tú vanliga lurtar eftir tónleiki - ella trýst HER.











