FRUM við nýggjum sangi og sjónbandi

‘Let it’ er heiti á nýggja sanginum hjá Frum og sjónbandalagið er tikið upp í Hundsarabotni, Runavík og Æðuvík.

 

Sangurin og sjónbandalagið seta sjóneykuna á rørsluna hjá alheiminum - hvussu hann flytur seg, skapar seg og endurskapar seg. Hvussu kunnu vit sum menniskju við okkara tilvitsku, sum bert varir eitt lítið bil, fyrihalda okkum til alheimin. Vit eru fødd av heiminum og inn í ein heim sum longu er skipaður, men hann er aldrin fullkomin.

 

Beinta á Torkilsheyggi hevur leikstjørnað

Rógvi Rasmussen hevur filmað

Rannvá Káradóttir er danshøvundur

Billa Jenný Jónleifsdóttir og Sára Sondum hava sniðgivið

Marianna Mørkøre hevur klipt og sett saman

Rannvá Jónsdóttir Johansen hevur samskipað

Jenný Kragesteen hevur framleitt

 

 

Leikarar:

Alda Mohr Eyðunardóttir

Annika Repond Sørensen

Birita Marta Jørgensen

Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr

Íðunn Gundardóttir Mortensen

Kolbrún í Haralsstovu

Lea Áradóttir Rasmussen

Leyvoy í Gerðinum

Margreta Eyðunsdóttir Samuelsen

Maria Lyager

Sigrun Mohr Jónsdóttir

Vár Samuelsen

Yvonna Madayag Mörköre