Kritikkurin móti FSF hevur verið øgiligur seinastu tímarnar, aftaná Kringvarpið í gjár visti at siga, at FSF hevur forbjóðað fótbóltsleikarum og dómarum at ganga við eitt nú sveittabandi og liðskiparabandi við ælabogalitum, sum er eyðkennið hjá LGBT-rørsluni. FSF heldur nevniliga, at hetta er at vísa ein politiskan boðskap, sum ikki hóskar seg í fótbólti.
Fleiri feløg hava nú víst sína ónøgd við útmeldingina hjá FSF, samstundis sum tey hava víst sín stuðul til LGBT - eitt nú B36, HB og EB/Streymur.
Men hvat sigur Fótbóltssambandið til hørðu mótstøðuna? Christian Andreasen er forseti í FSF, og hann sigur soleiðis.
– Vit plaga altíð at hava tað sum høvuðsreglu í FSF, at vit viðgera sovorðni mál innanhýsis. Vit fara ikki út í miðlarnar at fortelja alt, sigur hann.
– Men eg havi kallað inn á ein formannsfund mánakvøldið klokkan 18, so vit kunnu viðgera hetta saman við feløgunum, sigur FSF-forsetin.
Vil tað siga, at tað er møguligt, at FSF fer at broyta meining viðvíkjandi sveittabondum, liðskiparabondum og øðrum, ið kann vísa samhuga við LGBT?
– Ja, sjálvandi, vit lurta eftir, hvat feløgini siga. Men vit hava ongar aðrar viðmerkingar fyrr enn tá, sigur Christian Andreasen.