Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri fótbóltsskúlum kring landið. Skúlarnir eru fyri børn í aldrinum frá 8 til 14 ár, og øll kunnu luttaka. Fótbóltsskúlarnir verða síðst í juni og fyrst í juli mánaði. Í Sandavági tann 23. juni, í Havn sama dag, í Vági 30. juni og á Toftum 7. juli. Tilmeldingarbløð verða løgd út til feløgini og á posthúsini kring landið. Tilmeldingarfreistin er annars 1. juni 2006.