FSF kennir seg leyst av Tórsvølli

Fótbóltur: Fótbóltssambandið heldur tað ikki vera rætt at brúka heimildina, sum teir fingu fyri tveimum árum síðani at seta 2,5 milliónir í

Fótbóltssamband Føroya ætlaar sær einki at gera við Tórsvøllin í næstu framtíð. Hetta varð sligið fast við tíggju tumma seymi á aðalfundinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum leygarmorgunin.

Í formansfrágreiðingini kom Torleif Sigurðsson inn á Tórsvøllin:

»Á ársaðalfundinum hjá FSF 3. februar 1996 varð heimilað nevnd FSF?s at seta 2,5 milliónir krónur í ætlanina, sum nevnist »Tórsvøllur«. Eg gjørdi heilt greitt á tí fundinm, at fyri at nevndin fór at gera brúk av hesi heimild, skuldu allar fyritreytir fyri stadioninum vera í lagi ? fíggjarligar og ítróttarligar.

Í dag mugu vit staðfesta, at ætlanin umfatar meiri enn eitt fótbóltsstadion, og tað er FSF ikki fegið um. Hugsa vit um tað fíggjarliga, so er støðan ikki góð. Um tað ikki eydnast okkum at betra munandi um okkara inntøkugrundarlag tey tvey komandi árini, er tað ábyrgdarleyst av okkum at luttaka fíggjarliga«, vóru greiðu boðini, sum formaðurin hevði at siga fram ímóti endanum á frágreiðingini til aðalfundin.

Formansfrágreiðingin varð tikin til eftirtektar av einum samdum aðalfundi, og tað ber við sær, at føroysku fótbóltsfeløgini standa hundrað prosent aftanfyri formannin í hansara sjónarmiði um Tórsvøll.


Ikki talan um

2,5 milliónir

Heðin Mortensen var á aðalfundinum, har hann hevur talurætt, tí hann er formaður í ÍSF.

Hann var tann einasti av teimum meiri enn hálvt hundrað luttakarunum, sum hevði nakað at viðmerkja til formansfrágreiðingina, og hansara viðmerkingar vóru um Tórsvøll.

Heðin Mortensen segði seg undast á, at formaðurin í FSF nú brúkti staðfestingina av, at Tórsvøllur umframt grasvøll eisini fevnir um rennibreytir. Hann vísti á, at hetta hevði alla tíðina verið við í ætlanini, síðani hon varð víst almenninginum á sumri í 1995. Heðin Mortensen spurdi formannin, um tað, hann hevði sagt, skuldi skiljast á tann hátt, at FSF ikki fór at seta tær 2,5 milliónirnar í, sum samtykt varð at seta í á aðalfundinum í 1996.

Og Torleif Sigurðsson lat ongan iva vera um, hvat hann helt um henda spurningin:

? Tá aðalfundurin fyri tveimum árum síðani gav okkum heimildina at seta pengar í Tórsvøll boðaði eg frá treytunum fyri at vit kundu fara uppí. Eg haldi ikki, at umstøðurnar eru soleiðis, at tað er ráðiligt hjá FSF at seta pengar í Tórsvøll, bæði tí fíggjarligu fyritreytirnar hjá FSF eru ikki til tað, og tí ætlanin hongur ikki saman, soleiðis sum hon er skipað.


Nýtslan

Á orðaskiftinum millum Heðin Mortensen og Torleif Sigurðsson skiltist, at tað hevur verið lítið ella einki samskifti millum stigtakaran til Tórsvøll og formannin í FSF um leiklutin hjá FSF í rakstrinum av Tórsvølli.

Heðin Mortensen spurdi á aðalfundinum, um tað kundi roknast við, at FSF fór at brúka Tórsvøll, tá hann var liðugur.

Formaðurin í FSF svaraði, at tað er brúk fyri tveimum stadion við grasvølli í landinum, og at FSF sjálvsagt fer at brúka Tórsvøll, um tað í samráðingum fer at bera til at finna fram til eina avtalu, sum FSF kann liva við.

Heldur ikki tá tað snýr seg um lántøkuna í sambandi við Tórsvøll, sóu teir báðir eins upp á møguleikarnar hjá nýggja stadion í høvuðsstaðnum.

Torleif Sigurðsson segði, at teirra metingar vóru, at tað var ikki ráðiligt at reka Tórsvøll við einari størri lántøku enn tríggjar milliónir, og helst skal tað vera soleiðis, at Tórsvøllurin onga skuld skal at hava, tá hann verður liðugur og farið verður undir at reka hann.

Heðin Mortensen visti ikki, um tað fór at vera neyðugt við lántøku, men hann segði, at sambært upplýsingum frá ráðgevunum hjá Tórsvølli, so fór ætlanin at bera eina lántøku uppá seks milliónir.

Fíggjarligu ráðgevararnir hjá Tórsvølli arbeiða í grannskoðaravirkinum INPACT, og tað er sama felag, sum hevur verið og sum á aðalfundinum hjá FSF varð afturvalt til grannskoðara hjá Fótbóltssambandinum.


Greiðari linjur

Hóast Heðin Mortensen á aðalfundinum hevði fingið at vita, at ætlanin so at siga hevur mist 2,5 milliónir av innskotinum til Tórsvøll og tískil í staðin fyri seks milliónir skal fáa 8,5 milliónir afturat til vega, áðrenn farast kann undir fyrsta byggistigið, segði eftir at aðalfundurin var lokin, at hann er ikki fallin í fátt:

? Eg vildi hava eina greiða útmelding frá Fótbóltssambandinum, og hana fingu vit. Teir vilja ikki vera uppií at byggja og reka Tórsvøll, men teir vilja, eftir tí at døma sum varð sagt í dag, vera við til at fáa rakstrarinntøkur til ætlanina. So vita vit tað, og nú fara vit at arbeiða víðari við ætlanini, uttan at kenna okkum heftar at áskoðanum hjá FSF, og tað er positivt, at hetta er fingið upp á pláss, staðfesti stigtakarin til Tórsvøll.