FSF má taka um endan

Tað sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, um Hans Jørgen Djurhuus málið

Tað er uppgávan hjá fótbóltsambandinum at revsa Hans Jørgen Djurhuus, og ikki rættarskipanin, heldur venjarin hjá Vìkingi, Sigfríður S. Clementsen.

 

Les eisini: Hans Jørgen verið í rættinum

 

Sigfríður Clementsen var sjálvur innkallaður sum vitni í rættarsakini móti Hans Jørgen. Her gjørdi hann greitt, at hann helt at FSF átti at hava tikið um endan av málinum.

 

Les eisini: Sigfríður Clementsen: Nú er nokk!!

 

- FSF má taka um endan. Teir mugu taka ábyrgd fyri venjingardystum, so vit vita hvat ábyrgdin liggur. Dómararnir døma fyri FSF og tað er nærliggjandi, at feløgini eitt nú biðja FSF um dómarar til veningardystir í framtíðini. Tað má verða lærdómurin av hesum, sigur Sigfríður S. Clementsen.

 

Les eisini: Hans Jørgen í rættin

 

FSF hevur fyrr boðað frá, at einki verður gjørt við málið fyrr enn dómur er fallin.