FSF: Nýggjur landsliðsvenjari í januar

FM1: Christian F. Andreasen sigur at listin telur yvir 50, ið hava søkt starvið

##med2##

Forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, sigur í samrøði í Fótbóltspanelinum á FM1, at ætlanin er at seta nýggjan landsliðsvenjara í fyrru hálvu av januar 2020.

- Vit hava havt ein langan lista, fingið nógvar fyrispurningar og eisini havt følarar úti. Brutto-listin var yvir 50 nøvn. Nú hava vit sorterað frá og vit eru nú komin niður á eitt tal av venjarum, sum kann teljast á einari hond. So nú er vit farin í gongd við seinasta partin av útveljingini og vit nærkast nú eini avgerð, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum.

Hann leggur afturat, at Fótbóltssambandið vónar at nýggi landsliðsvenjarin verður settur í fyrru hálvu av januar.

FM1: Samrøða við Christian F. Andreasen, forseti í FSF