Starvið sum aðalskrivari var í juli lýst leyst, og 16 umsøkjarar søktu starvið. Starvsnevndin hjá FSF hevur viðgjørt allar umsóknirnar, og hevur nú tikið avgerð um at seta Virgar Hvidbro sum aðalskrivara.
Virgar Hvidbro er 42 ára gamal og hevur starvast hjá FSF síðani 2001.
- Virgar hevur hollar royndir í FSF, og hann hevur verið virkandi aðalskrivari seinasta tíðina. Hann hevur hesa tíðina víst ans fyri, hvat tænar felagsskapinum best. Hann hevur evnini at standa fram, og hann dugir væl at umboða FSF í øllum viðurskiftum. Starvsnevndin fegnast um, at málið um aðalskrivaran nú er avgreitt, soleiðis at nevndin saman við aðalskrivaranum kann fara undir at fremja neyðugar tillagingar innan FSF, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
(www.fsf.fo)