LØGMANSSTEYPIÐ
FS Vágar hevur ofta sett NSÍ grá hár í høvdið. Fleiri ferðir hevur NSÍ verið illa fyri ímóti FS Vágum, men so hava teir kortini komið sær úr vandastøðuni. Soleiðis var ikki leygardagin í Miðvági. FS Vágar legði bragdliga fyri, teir komu á odda beinanvegin, og hóast NSÍ dygst undan hvíldini javnaði, so var FSV eisini í 2. hálvleiki omaná, og bæði úr Runavík og vestan úr Vágum ljóðar, at tað var uppiborið, at teir vunnu 2?1. Sigursmálið fingu teir stutt eftir hvíldina.
Hjá NSÍ var tað handikapp, at Gert Langgaard (burturstaddur) og Helgi L. Petersen (skaddur) ikki vóru við. Men eitt lið, sum hevur steypasigurin og silvurkrónur í FM kappingini at verja og sum skal luttaka í Europa Cup eigur at megna, at tveir stuðulsspælarar eru burtur frá.
Vágamenn spældu fyri lívinum í steypakappingini. Teir vóru væl upplagdir, ansaðu mótstøðumonnunum væl, og teir spældu seg til væl fleiri møguleikar enn mótstøðumenninir. Eitt nú var Clayton tvær ferðir einsamallur við Jens Martini Knudsen, sum bjargaði eina ferð, meðan hin royndin fór við síðuna av málinum.
Málini
FS Vágar setti hol á, tá ið fýra minuttir vóru farnir. Støðan kendist eitt sindur undarlig. Eftir langa framlegging tóktist verjan hava tak á, men bólturin sigldi kortini framum miðverjuna, og so var Clayton Soares ikki seinur at takka fyri.
Tá ið Sonni L. Petersen javnaði til 1?1, var tað eftir uppspæl í vinstru. Jónstein Petersen legði innfyri, og Sonni var fyrstur á við nærra stólpan.
Sigursmálið skoraði Eyðfinn Fjalsbak, og tað var eitt sindur heppið. Frísparksroynd tók so mikið nógv í verjuspælara, at Jens Martin Knudsen, sum enn eina ferð var sera hollur hjá NSÍ, var so mikið snýttur, at hann ongan møguleika hevði at bjarga.
FS Vágar livir framvegis í vónini um at røkka fjórðingsfinaluni. Hetta var fyrsta ferðin, at NSÍ misti stig. Teir hava tryggjað sær rættin at halda fram í steypakappingini og harvið at arbeiða víðari uppá at verja finalusigurin frá í fjør.
FS Vágar?NSÍ 2?1 (1?1)
1?0: Clayton Soares
1?1: Sonni L. Petersen
2?1: Eyðfinn Fjalsbak
FSV: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vlad Osipov, Silva Braga ? Eyfinn Fjalsbak, Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen, Jack Johansen ? Bjarni Prior, Clayton Soares
FS Vágar: Jakup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Albert Ari Thomassen, Clayton Braga ? Jack Johansen, Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen, Vlad Osipov ? Clayton Soares, Eyðfinn Fjalsbak