Fyritøkan hevur etablerað seg í Føroyum og samstarvar við eykalutafyritøkurnar AMA Sp/f í Havn og P/F Esmar Simonsen á Kamsdali.
Á fundinum vóru umleið 50 fólk úr meginpartinum av landinum, sum umboðaðu ein stóran part av føroysku bilbransjuni.
Tað vóru umboð fyri FTZ sum greiddu frá um hvat fyritøkan stendur fyri, og varastjórin, Michael Juul Hansen, kunnaði um hvørjir møguleikar hetta gevur føroysku fyritøkunum.
FTZ Autodele & Værktøj A/S er størsta heilsølufyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar. Fyritøkan hevur yvir 40 deildir í Danmark við meira enn 750 starvsfólkum. Árligi umsetningurin er yvir ein milliard krónur.
mg