Fuglafjarðar gentukór fer til Noregs á konsertferð 2. hvítusunnudag. Hetta kórið er eitt ungt kór við gentum úr 3. 4. 5. 6. og 7. flokki. Flestar av gentunum koma úr 3. 5. og 6. flokki. Tær hava sungið saman í eini tvey ár og halda seg nú til at fara eystur um hav.
Tríggjar konsertir verða á ferðini. Mikudagin tann 26. mei kl. 19:30 er konsert í Fana kirkju, fríggjadagin tann 28. mei eru genturnar at hoyra í Sund kirkju í Sudra. Mánadagin tann 31. mei syngur kórið í skúlanum í Skeie. Genturnar eru 39 í tali. Við vera eini 15 foreldur. Per Erik Hals, lærari hevur lagt ferðina til rættis í Noregi. Hann hevur konu úr Fuglafirði Elebeth fødd Reines.
Kórleiðari er Frits Johannesen. Klaver spæla Jógvan á Lakjuni og Johannes Simonsen. Orgul spælir Ragnar Petersen.
Kórið hevur tvær konsertir, áðrenn farið verður. Fríggjakvøldið tann 21. mei kl. 20:00 er konsert í Gøtu kirkju. Hvitusunnudag tann 23. mei kl. 16:00 er konsert í Fuglafjarðar kirkju.