Full semja í Løgtinginum at gera Eirargarð til lestrarbústaðir

Fyri løtu síðani samtykti løgtingið uppskotið um at gera skrivstovurnar á Eirargarði 2 um til lestrar- og ungdómsbústaðir við aðru viðgerð. Uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, varð einmælt samtykt.

Talan er um verkætlan, sum snýr seg um at gera millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbústaðir í niðasta blokkinum á Eirargarði.

Bygningurin er væl egnaður til ungdómsbústaðir og hevur harafturat góða staðseting í mun til lestrarumhvørvi og annað virksemi í býnum. Bygningurin hevur áður verið nýttur sum bústaðir hjá sjúkrarøktarfrøðislesandi.

Tað verður almenna felagið Bústaðir, sum fremur ætlanina, og í hesum sambandi skal  Bústaðir eftir ætlan hava ræðið yvir Eirargarð 2 í óavmarkaða  tíð.  

Triðja viðgerð av málinum verður 25. september.