Fullgóður avloysari

John Rajani verður avloysarin hjá Súna Schwartz Jacobsen, nú hesin fer í starv sum forstjóri hjá Eik Banka Føroyar.

Á tíðindafundi í morgun boðaði BankNordik frá, at tað verður John Rajani, sum skal loysa Súna Achwartz Jacobsen av sum stjóra.
Nevndarformaðurin, Claus Rasmussen, segði, at tað kom ikki óvart á hjá leiðsluni, Súni Schwartz Jacobsen endaði hjá kappingarneytanum.
- Eik Banki hevði brúk fyri ein nýggjum stjóra, og hvar var meiri náttúrligt at finna hann enn her í BankNordik, segði Claus Rasmussen.
Hann segði, at BankNordik hevur gjørt avtalu við Eik Banka, sum eitt nú innber, at Súni Schwartz ikki tekur við fyrr enn 25. mai.
- Stjóraskiftið gevur eisini BankNordik nýggjar møguleikar. Vit hava verið gjøgnum fíggjarkreppu og bankapakkar, og tí hevur fokus ikki í eins stóran mun verið á kundan. Og júst á tí økinum hevur John Rajani eina av sínum styrkjum, segði Claus Rasmussen.
John Rajani segði, at hann gleddi seg til hesa stóru avbjóðingina.
- Eg eri takksamur fyri, at leiðslan hevur víst mær hetta álitið. Vit hava ein sterkan banka við góðum starvsfólkum, og eg fari at gera mítt til, at kundaøkið fer at mennast, segði nýggi stjórin, John Rajani.
Eisini forstjórin, Janus Petersen, sær ljóst upp á framtíðina.
- Tíðirnar broytast, og vit hava fingið ein fullgóðan avloysara fri Súna Schwartz Jacobsen, so eg vænti, at vit koma væl burtur úr skiftinum, segði Janus Petersen.