Fullkomiliga nýggjur heimur

Atlantic Petroleum verður nú sum fyrsta føroyska felag skrásett á íslendsk-føroyska virðisbrævamarknaðinum, og tað heldur Jóannes Eidesgaard vera eitt stórt framstig fyri føroyskt vinnulív

 - Hetta er avgjørt eitt markamót fyri føroyingar og fyri føroyskt vinnulív. Tað eru tvær søguligar hendingar í hesum. Fyri tað fyrsta fáa vit ein føroyskan virðisbrævamarknað, sum gevur føroyskum feløgum og fyritøkum møguleika at skráseta seg og blíva virðismett. Og vit fáa við Atlantic Petroleum tað fyrsta føroyska felagið, sum skrásetir seg, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú Atlantic Petroleum verður skrásett á íslendsk-føroyska virðisbrævamarknaðinum.

Ein nýggjur heimur
Løgmaður sigur, at hetta er eitt framstig í mun til tað, sum hevur verið galdandi á økinum áður, tí okkara fíggjarheimur hevur verið ógvuliga stirvin.
 - Hetta er ein fullkomiliga nýggjur heimur, tá tað snýr seg um at umsita sínar ognir. Tað er nógvur deyður kapitalur í Føroyum, og hesin má gerast aktivur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Serliga áhugavert júst nú
Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta framstigið kemur í einum tíðarskeiði, sum er serliga áhugavert. Við einari søguligari lágari rentu átti tað at verið meira áhugavert fyri føroyskan kapital at sett peningin í virkin feløg, heldur enn at hava peningin standandi á bók, har avkastið er lítið vegna ta lágu rentuna.

Tørvur á váðafúsum kapitali
 - Hetta kemur at fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív. Trupulleikin er váðafúsur kapitalur. Okkara fyritøkur her heima eru ofta lítlar og kapitalveikar í mun til fyritøkur úti í heimi. Virðisbrævamarknaðurin er eitt framstig í so máta, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard sigur, at virðisbrævamarknaðurin kemur í tøkum tíma, tí hetta er mátin, sum onnur norðurlendsk lond brúka.