Fulltrúi til Uttanríkistænastuna

Fulltrúi til Uttanríkistænastuna

 

Droymir tú um at gerast partur av føroyska diplomatliðnum og kanska eisini ein dag at gerast

 

sendifólk á einari av føroysku sendistovunum?

 

Uttanríkis -og fiskimálaráðið søkir eftir fulltrúa til spennandi og avbjóðandi starv í

 

Uttanríkistænastuni.

 

Um starvið

 

Uppgávurnar í Uttanríkistænastuni eru nógvar og fjølbroyttar. Sum fulltrúi kemur tú at virka á

 

økjum, ið Uttanríkistænastan umsitur, t.d:

 

• á handilspolitiska økinum

 

• á norðurlendska økinum

 

• í arktiska samstarvinum

 

• á trygdar- og verjuøkinum

 

• við málum innan mannarættindi og altjóða lóggávu

 

• við neyðhjálp og altjóða menningarsamstarvi

 

• við millumtjóða samstarvi um havpolitisk mál

 

• við public diplomacy og á protokollera økinum

 

Førleikakrøv

 

Viðkomandi hægri útbúgving á master ella kandidatstigi frá hægri lærustovni, t.d. innan

 

diplomati, altjóða politikk, stjórnmálafrøði, løgfrøði, búskaparfrøði, miðlar og samskifti ella

 

javnbjóðis útbúgving.

 

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almennari fyrisiting og/ella royndir við

 

diplomatiskum virksemi, millumtjóða samstarvi á stjórnarstigi ella aðrar viðkomandi royndir

 

við altjóða samstarvi.

 

Vit vænta, at tú:

 

• ert diplomatisk/ur, fyrikomandi og tænastusinnað/ur

 

• hevur góð greiningarevni og politiskt tev

 

• ert ágrýtin og fleksibul

 

• dugir sera væl at samskifta á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu

 

• hevur áhuga fyri uttanríkismálum og samfelagsviðurskiftum

 

• skjótt og sjálvstøðugt dugir at finna fram viðkomandi tilfar og seta teg inn í nýggj

 

viðurskifti.

 

Vit bjóða

 

Eitt spennandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi við fjølbroyttum uppgávum og

 

nógvum samskifti, har møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú

 

verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.Løn- og setanartreytir

 

Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið

 

verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið

 

fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.

 

Roknast kann við nógvari ferðing og at arbeiðstíðin javnan fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Umsóknarfreist

 

Umsókn við avriti av prógvum og øðrum skal vera Uttanríkis- og fiskimálaráðnum í hendi í

 

seinasta lagi 14. juni 2026.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannes V. Hansen, stjóra fyri

 

Uttanríkistænastuna, á telefon 551009.

 

Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og fiskimálaráðnum á starv@ufmr.fo. Allar umsóknir

 

verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Tað er ein treyt fyri at verða sett/ur í starv í Uttanríkistænastuni, at viðkomandi kann

 

trygdargóðkennast sambært galdandi reglum.

 

Uttanríkistænastan stendur fyri og skipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins.

 

Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamstarv, heruppií handilsviðurskifti, trygdarmál,

 

havtilfeingi, økisbundið samstarv, heruppií norðurlendska og arktiska samstarvið, altjóðarætt,

 

tjóðarbranding, útflutningsframa, protokoll og konsularviðurskifti. Sendistovurnar í Brússel,

 

London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva, Tel Aviv, Beijing og Washington eru partur av

 

Uttanríkistænastuni.