Neyðugt er, eftir komandi val, at gera eina búskaparsemju, sum tryggjar okkum búskaparligt sjálvbjargni. Tá vit hava nátt einum búskaparligum frælsi, eiga vit við eini fólkaatkvøðu at taka støðu til fullan suverenitet til Føroya Fólk.?Eitt valdømi, hurlivasi, sjálvsøkni og lokalpolitikkur sum ongantíð fyrr hava eyðkent politiska landslagið hesa seinastu tíðina. Fyri veljaran má tað kennast sera ørkymlandi og torført at finna greiðu á, hvat valevni og flokkar ætla, tí innanhýsis í øllum flokkum fært tú allar møguligar útmeldingar, og trupult er at finna útav, hvussu leingi summi valevni standa á sama lista.?Í hesum meldrinum av materialismu og sjálvsøkni hava vit mist eitt tað týdningarmesta politiska málið úr eygsjón, og tað er okkara ríkisrættarliga støða. Vit eiga at seta okkum tað høga mál, at vit, sum búgva her í Føroyum, skulu klára okkum sjálvi. Tað skal ikki verða neyðugt, at vit fáa pengar sendandi úr Danmark, og tí eiga vit at føra ein búskapar- og fíggjarpolitikk, sum gevur okkum búskaparligt frælsi í 2015.?Tí er tað alneyðugt, at komandi samgongusamráðingar fevna um eina búskaparsemju, sum tryggjar okkum, at vit í 2015 klára okkum sjálvi búskaparliga. Tað hevði verið ein stolt løta fyri allar føroyingar. At prógva fyri okkum sjálvum og fyri øllum heiminum, at vit klára okkum sjálvi. Tá kunnu vit eisini fara til eina fólkaatkvøðu um okkara suverenitet.