Fundur í Varpinum: Tveittu Kringvarpið á dyr

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum slapp ikki at vera við til fundin hjá bóndum í Varpinum í Klaksvík, har lógin um burðadygga ferðavinnu var til umrøðu

 

– Tá klokkan nærkaðist 19, kom Kringvarpið í salin, men tey vórðu víst út, og so rungaðu lógvabrestirnir um alt Varpið.

Soleiðis lýsir lokala blaðið í Klaksvík, Norðlýsið, hendingina, tá sjónvarpið hjá Kringvarpinum varð tveitt á dyr, tá fundur var í Varpinum, sum Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya skipaðu fyri.

Tað var John Johannessen, sum var journalisturin í Kringvarpinum, sum varð tveittur á dyr. Hesum greiddi hann eisini frá í Degi og viku í kvøld.

 

– Tá tey sóu, at vit vóru har, so vóru vit blakaði út við fuld musik. Eg haldi ikki, at eg eg eri blakaður soleiðis út av nøkrum fundi í nýggjari tíð í Føroyum, so her er heilt týðuligt, at her stendur nógv á, segði John Johannessen í Degi og Viku úr gongini í Varpinum, eftir at hann varð blakaður út av fundinum.

Á Facebook skrivar John Johannessen eisini um hendingina í kvøld. Hann skrivar soleiðis:

»Miðlar eru farnir heilt óhugnaliga langt burtur frá, hvat teir vóru fyrr. Tað eru opinbart ONGI ideal eftir. Her síggja vit eitt dømi um ein miðil, sum bara fegnast um, at ein annar miðil ikki slapp at seta neyðugar spurningar og varð tveittur út. Miðilin, sum skrivar hetta, var til staðar, men hevur ONGAR spurningar. Fortelur skránna og fegnast um, at KVF ikki slapp við. Hvar eru vit á veg?«