Fundur um Fibromyalgi - og fundur um at stovna Fibromyalgi-bólk Fibromyalgi

-

Hin 22. apríl 1999 skipaði Giktafelag Føroya fyri fyrilestri um fibromyalgi. Í hesum sambandi varð avrátt at skipa fyri einum fibromyalgi-bólki, ið skal virka innan karmarnar hjá Giktafelag Føroya.

Giktafelagið fer í næstum at skipa fyri, at ein bólkur verður settur á stovn, ið skal virka innan karmarnar hjá Giktafelag Føroya.

Giktafelagið fer í næstum at skipa fyri, at ein bólkur verður settur á stovn, ið ætlandi skal arbeiða sjálvstøðugt við fibromyalgi innan karmarnar hjá Giktafelag Føroya.

Fundur um at skipa Fibromyalgi-bólki verður hin 5. februar, kl. 14.00 í MBF-húsinum, Íslandsvegur 10, Tórshavn. Filmurin »At leve med Fibromyalgi« verður vístur.

Fibromyalgi er kronisk, ikki sjónlig sjúka, ið serliga rakar kvinnur í 30-40 ára aldri (08-90%). Menn og børn kunnu eisini fáa sjúkuna.

Sjúkan er kend undir nógvum ymiskum heitum. Í Føroyum verður sjúkan ofta nevnd »Myosis Variae« ella »Vøddagikt«. Sjúkan kann eisini hava heitið »Myofibrositis«, »Myalgi«, »Fibrositis« ella hava annað heiti.

Orsøkin til sjúkuna er ókend.WHO klassifiserar sjúkuna undir giktasjúkum. Mett verður, at títtleikin av sjúkuni er uml. 1-2%.

Sjúkan er torfør at greina, tí at sjúkraeyðkennini eru nógv og spjødd. Aðalsjúkraeyðkenni er kronisk pína í liðum og vøddum, í øllum kropspørtum og kronisk møði.

Pínan er svíðandi og brennandi. Húðin er eym og følsom, sum um hon er sólskoldað.

Kroppurin kennist sum »blýggj«, og rørslurnar eru »trekar«, hetta kennist serliga ringt um morgunin.


Sjúkueyðkenni eru:

Vøddapína (brennandi/svíðandi)

Viknaðir vøddar (vøddamegin er í miðal uml. 30% lægri enn hjá frískum fólki)

ovurviðkvæm húð

troyttheit

svøvnloysi

svimbul

høvuðpína

sjónarólag

ljóðviðkvæmi

hjartabankan/hitaherðindi

leyst/hart lív

prikan og stingan í húðini

konsentratiónstrupulleikar/ og vánaligt stutttíðarminni (serliga í sambandi við overving)

lætnan/fitnan

ampi/strongd.


Viðgerð

Munadygg viðgerð, heilivágur ella annað, finst ikki. Roynt verður at linna pínuna við ymsum pínuheilivági, viðgerð í heitvatnshyli, akupunktur og annað mangt.


Læra at leggja lívið um

Við tað at sjúkan er kronisk og gevur varandi avmarkingar í gerandislívinum, og av tí at lekidómur ikki finst, er sera umráðandi at duga at »leggja lívið um« - at finna nýggja javnvág í gerandisdegnum.