Klokkan 19.40 í gjárkvøldið varð boðað frá eini grind út fyri Boðaes yvir við Strond í Havn.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eina lítla grind.
Men framvegis verður mett, at havnarfólk hava nóg mikið av grind aftan á stóru grindina, sum var í Havn 27. mai. Tí varð avgjørt at lata grindina sleppa.
Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.











