Funnu onga bumbu í Landsrættinum

Løgreglan í Keypmannahavn er nú liðug við at kanna Eystara Landsrætt, sum fekk eina bumbuhóttan umvegis telefonina í morgun.

Einki illgrunasamt varð funnið.

Tað skrivar Københavns Politi áX.

Kanningarnar í málinum halda fram, men Landsrætturin verður nú latin uppaftur stigvíst, skrivar løgreglan.