Saman við danska Kort og Matrikkelstyrelsen hevur Landsverk nú dagført sjókortini fyri Føroyar, og hevur í hesum sambandi máta dýpið við Høgnaboða av nýggjum. Í hesum sambandi funnu teir fleiri kneysar aftrat her eystanfyri Nólsoynna.
Høgnaboði er ein av størstu og mest vandamiklu boðunum í føroyskum hav- og sjóøki. Flestar føroyskar skipsmanningar kenna hann, meðan manningar á útlendskum skipum hava kent seg rættiliga ótryggar við Høgnaboða.
Í dýrdarveðri næstseinasta fríggjadag var økið kring henda boðan mált upp av nýggjum. Henda uppmáting vísti, at Høgnaboði er settur saman av tveimum boðum og fleiri grynnum uttanum. Boðarnir hava eitt ummál, sum er umleið 300 x 400 metrar. Dýpið er í miðal um sjey metrar.
Men við nýggju uppmátingini vórðu tríggir kneysar funnir afturat, har dýpið einans er 6,6 metrar. Tá er hædd ikki tikin fyri aldu og vánaligum veðri, sum sjálvandi ger at miðaldýpdin í slíkum líkindum kann minka munandi.
Viðkomandi sjókort yvir Føroyar verða nú dagførd við nýggjastu upplýsingunum frá teimum seinastu uppmátingunum.
Hetta fer ivaleyst at økja um trygdina og trygdarkensluna hjá teimum, sum nýta hesa sjóferðsluleið.