Seinastu tveir vetrarnar hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri Futsal-kappingum kring landið. Undirtøkan hevur verið góð og komandi vetur fer FSF, í samstarvi við feløgini, aftur at skipað fyri kappingunum, boðar FSF frá umvegis heimasíðu sína.
Hjá dreingjum luttaka U12, U14 og U16, og hjá gentum luttaka U12, U14 og U17.
Fyrstu umførini í Futsal-kappingunum verða 1. og 2. november, og síðani verður spælt til 7. og 8. februar 2015.