Fýra bilmerki standa fyri meira enn helminginum av søluni av privatbilum til føroyingar.
Tað sæst í greining í eykablaðnum Vinnuni, sum kemur út saman við Sosialinum í morgin.
Har sæst, at Mitsubishi ger eitt risalop og trýstir Ford niður á sølulistanum.
Mitsubishi er stóri vinnarin, tá talan er um framgongd í sølu í 2015. 210 nýggir Mitsubishi bilar komu á føroysku vegirnar í 2015. Hetta er 113 bilar meira enn í 2014 tá sølan var 97 bilar.
Stóra framgongdin ger, at Mitsubishi fer av fimta plássi í 2014 upp á eitt triðja pláss í 2015.
Annar vinnarin í 2015 var Volkswagen, sum seldi 138 bilar í 2015. Í 2014 var sølan av Volkswagen 50 bilar, so talan er um eina framgongd í søluni uppá 88 bilar í 2015.
Stóru tapararnir í 2015 eru Suzuki, sum misti 31 prosent av søluni, og Volvo, sum misti 35 prosent av søluni.