Tá løgreglan í gjár var úti og gjørdi ferðslukanningar, vórðu tveir bilførar í Havn steðgaði fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu. Tað fáa teir bót fyri umframt klipp í koyrikortið.
Løgreglan steðgaði einum lastbili á tunnilsvegnum í Kollafirði, sum varð máldur til at koyra 91 km um tíman. Hann hevur ikki loyvi at koyra meira enn 70 km um tíman. Tað fær bilførarin bót fyri umframt klipp í koyrikortið.
Á sama vegastrekki var ein annar bilførari máldur at kyra 97 km um tíman. Tað var ein persónbilur, sum kann koyra 80 km um tíman. Hann fær eina bót fyri tað.
Síðani var ein bilførari tikin, sum ikki hevði tryggjað eitt barn undir trý ár nóg væl í bilinum. Tað fær hann klipp í koyrikortið fyri.










