SAKARIS rakar tíðarandan

Sakaris Emil Joensen hevur útgivið eitt nýtt staklag, og tað hevur uppiborið eina heila grein.

Sakaris Emil Joensen er kanska tað mest eyðsædda umboðið av metamodernistiska andanum her á landi. Hansara festligi, telduspælakendi, pseudo-kitsjutti popptónleikur hevur ein eksistentiellan brodd við hvassari sjálvsironi, ið rakar bara plett inn í millenialu psykuna. Tekstirnir eru eymir, sárbærir og stuttligir – sí bara Lítla Skeið, Allarbesti ella Tramin – men teir eru eisini bítandi speiskir og avdúkandi erligir upp á ein máta, sum borar inn í menniskjatilstandin sjálvan. Sí bara You Complete Me (Like A Nail In The Coffin) og Music Is Never Gonna Make Me Rich. Hesi fimm løgini sveiggja kensluliga millum inniliga optimismu, naïva vón, kalda realismu og døkkan humor, sum alt verður framborið við meistarligum tónleiki og fjákutum, heitum sjónbondum. Hetta skapar tilsamans eitt ríkt SAKARIS-univers, ið spælir á allar kenslustreingir.

 

Hetta er eitt brot úr greinini "SAKARIS og Metamodernisma" eftir Trygva Danielsen. Lesið fullu greinina í blaðnum, sum kemur út í handlarnar í dag, hósdag.