Nú eru fýra føroysk tónleikanøvn afturat til reiðar til Sørvágs Country- & Blues Festival, sum verður 13. og 14. juni.
Í morgun boða fyrireikararnir frá, at Uni Debess & The Tomcats, Evi Tausen, Vestmenn og Lív Næs & Tróndur Enni fara at spæla.
Uni Debess & The Tomcats er navnið, sum Uni brúka at brúka, tá hann fyri trimum árum síðani flutti til Danmarkar og spældi víða um við ymiskum tónleikarum. Uni Debess er í løtuni í gongd við at gera eina nýggja fløgu, ið er hansara 10. Útgáva. Fløgan kemur út í heyst, tó fara Uni Debess & The Tomcats at spæla onkur av nýggju løgunum og sjálvandi nógv av teimum kendu løgunum.
Tey, ið manna bólkin er: Uni Debess, sang, gittar og munnharpu, Fríði Tanggaard Bjørgvin, gittar og kór, Finnur Hansen, orgul og kór, Edvard Nyholm Debess, bass og kór og Rógvi á Rógvu, trummur.
Evi Tausen byrjaði sína musikalsku karrieru í 2010, síðani er hon komin víða. Hon hevur havt rættiliga nógvar framførslur bæði her heima og í øðrum londum. Fyri ikki so langari tíð síðani var hon saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Týsklandi, har hon saman við hinum fekk eitt frálíkt ummæli. Vestmenn kenna tey flestu og taðman vera eitt tað fyrsta orkestrið í Føroyum, ið legði seg eftir at spæla country tónleik burturav. Á Countryfestivalinum fara Vestmenn bert at spæla egið tilfar, vit øll kenna so væl Tey ið manna Vestmenn eru: Ólavur Højgaard, Niels Olsen, Arnbjørn Sivertsen, Rúni W. Højgaard og Edith Dahl Jakobsen.
Hinvegin eru Lív Næs & Tróndur Enni ikki júst nøvn, ið verða sett í samband við country heimin, men á festivalinum fara tey at spæla egin løg. Saman við teimum á pallinum verða Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu, Eyðun Mohr Hansen og Jákup Zachariassen.
|