EB/Streymur vann ein dyst, B36 vann ein dyst, og tann eini dysturin endaði við málleysum javnleiki. Soleiðis kann stutt takast samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum B36 og EB/Streym í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Sostatt var úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fýra stig til B36 og fýra stig til EB/Streym.
Málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 4-3 til B36.
B36 megnaði ikki at vinna á EB/Streymi á heimavølli, og EB/Streymur megnaði heldur ikki at vinna á B36 á heimavølli.
EB/Streymur – B36 1-3 (0-1) - 19. oktober
0-1 Hannes Agnarsson (11.)
0-2 Mattias Weihe Joensen (58.)
1-2 Ábraham Klein Joensen (63.)
1-3 Jóhann Hansson Joensen (90.+)
B36 - EB/Streymur 0-0 - 24. mai
B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1) - 3. mai
0-1 Boubacar Sidik Dabo (36.)
0-2 Boubacar Sidik Dabo (55.)
1-2 Mattias Hellisdal (85.)
Kelda: FaroeSoccer