Meistararnir snávaðu

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag var ikki ment at koppa B-liði felagsins í fyrsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.

FM-vinnarar 1925 - Havnar Telvingarfelag. Bara tveir av hesum telvaðu sunnudagin.

Sum so ofta fyrr hevur A-liðið trupulleikar við B-liðnum í innanhýsis dystunum í 1. deild. Dysturin endaði javnur 2-2. Fleiri av felagsins fremstu telvarum vóru ikki við sunnudagin. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg sóust við talvborðini á Finsen.

 

Miðalaldurin á B-liðnum var lægri enn vant. Nýggjur er Flóvin Matras Tummasarson, sum er fluttur úr Klaksvíkar Talvfelag í Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist at vinna á Hjalta Jógvanssyni, sama gjørdi Petur Magnussen móti Eliasi Petersen. 

 

Í innanhýsis dystinum millum liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag vann A-liðið 3-1. Ólavur Simonsen og Haldur Suni Johansen vóru ikki við. Ei heldur Eyðun Nolsøe, sum nú er skrásettur í Suðuroyar Talvfelag.

 

Dysturin millum liðini í Sandavágs Talvfelag er útsettur til mikukvøldið. Helvtin av A-liðnum mundi vera upptikin av fótbólti.

 

 

 

1. deild - 1. umfar:

 

Havnin (A) - Havnin (B) 2 - 2

 

Luitjen A. Apol (2318) - Heiðrikur Jacobsen (1948) 1 - 0

 

Elias Petersen (2100) - Petur G. Magnussen (1921) 0 - 1

 

Hjalti T. Jógvansson (2030) - Flóvin M. Tummasarson (1903) 0 - 1

 

Herluf Hansen (1974) - Margar Berg (1896) 1 - 0

 

 

 

Klaksvík (A) - Klaksvík (B) 3 - 1

 

Rani Baldursson (2061) - Finnbjørn Vang (1963) 1 - 0

 

Heðin Gregersen (1976) - Wille Olsen (1958) 1 - 0

 

Steintór Rasmussen (1983) - Tummas M. Sólsker (1930) 1 - 0

 

Terji Petersen (1970) - Rani Nolsøe (1903) 0 - 1

 

 

 

Sandavágur (A) - Sandavágur (B) - útsettur til mikukvøldið.

 

Hinar deildirnar

 

 

 

Niðanfyri seta vit upp úrslitini í fyrsta umfari í hinum deildunum. Nevnast skal, at dysturin millum Rók og Gøtu í 4. deild bólkur A er útsettur til hóskvøldið.

 

 

 

2. deild

 

Kollafjørður - Rókur 3½ - ½

 

Toftir - Klaksvík 2 - 2

 

Havnin (B) - Havnin (A) 3 - 1

 

 

 

3. deild

 

Vestmanna - Gøta 3½ - ½

 

Klaksvík - Sandavágur 1½ - 2½

 

Kollafjørður - Kongshavn 3½ - ½

 

 

 

4. deild (A-bólkur)

 

Toftir - Sandavágur 1½ - 2½

 

Havnin - Strendur 3 - 1

 

 

 

4. deild (B-bólkur)

 

Kollafjørður - Suðuroy 0 - 4

 

Havnin - Sandavágur 1 - 3

 

Kongshavn - Rókur 1 - 3

 

FM-vinnarar 1925 - Havnar Telvingarfelag. Bara tveir av hesum telvaðu sunnudagin.