info
Ongi úrslit

Vit hava mist ein av teimum stóru

Javnaðarflokkurin minnist Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann, sum doyði í nátt

Javnaðarflokkurin
20. oktober 2025 kl. 20:37

Mánamorgunin bórust deyðsboðini av Hans Paula Strøm, fyrrverandi tingmanni og landsstýrismanni fyri Javnaðarflokkin. Hann andaðist mánanáttina, 77 ára gamal.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú ein av okkara trúgvastu partamonnum er farin. Vit senda Gyðju, døtrunum Marini, Silju og Ingilín, og allari familjuni okkara djúpastu samkenslu.

Hans Pauli (28. desember 1947 – 20. oktober 2025) var ættaður úr Vági, sonur Herborg og Torkil Strøm. Hann var útbúgvin sosiologur, cand.scient.soc., og starvaðist í mong ár á Hagstovu Føroya, har hann vann sær stóra virðing fyri sínar neyvu greiningar og sítt stillføra, álítandi arbeiðslag. Hann var í yngri árum virkin í føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn og var við til at stýra bløðunum Oyggjaskeggja (1969–1975) og Framanum (1975–1985). Hann var eisini formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum fyrst í nítiárunum, og undir kreppuni og seinni var hann nógv frammi sum hagfrøðingur.

Eftir at hava slóðað sær lívsleið í Vági og í útisetalívi, setti Hans Pauli búgv í Vestmanna saman við konuni, Gyðju Hjalmarsdóttur Didriksen. Vestmanna gjørdist heimbygd teirra – ein heimur við bókum, list og lívgandi plantum, har hann og familjan trivust væl.

Politiskt skuldi Hans Pauli vísa seg at vera ein týðandi rødd á vinstravonginum í Javnaðarflokkinum. Hans Pauli hevði stóran áhuga og neyvt innlit í at kalla øll samfelagsviðurskifti, og hann var eldhugaður og fakliga sera væl grundaður. Stóru javnaðarhugtøkini um javnvirði, frælsi og samhaldsfesti eyðkendu alt hansara virki.

Hann varð valdur á ting í 1998 í Norðstreymoyar valdømi, og hann var valdur aftur í 2008, tá Føroyar vóru vorðnar eitt valdømi. Eisini var hann eitt skrivari í Javnaðarflokkinum eitt tíðarskeið.

Tá Javnaðarflokkurin skipaði landsstýrið í 2004, vóru boð eftir Hans Paula Strøm at gerast landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Eftir umskipanina í 2008 helt hann fram sum landsstýrismaður í heilsumálum til í juli 2009. Sum landsstýrismaður legði hann stóran dent á sosiala trygd, og flestu sosialu veitingarnar fingu eitt virðiligt lyft, meðan hann sat við almannamálum. Men tað er serliga dygga arbeiðið fyri at seta fólkaheilsuna á breddan, at vit minnast tíðina hjá Hans Paula sum landsstýrismann.

Í politiska arbeiðinum var Hans Pauli til verka við lív og sál. Tá ið fiskivinnuskúlin varð settur á stovn í Vestmanna. Til afturvendandi 1. maidagshaldini á Reyða Torginum í Vestmanna. Í sosialum spurningum og um fólkaheilsupolitikk. Hann sat í fleiri nevndum á tingi og var altíð til reiðar at taka fakliga grundað orðaskifti um rættvísi, javnrætt, skatt, javnstøðu, fólkavøkstur, mentan og list – altíð á síðuni hjá teimum, ið høvdu minst at ráða yvir og við sosialu kumpassini á reyðari kós. Hann var virkin í orðadrátti um skattaskipan, fólkavøkstur, umhvørvi, javnstøðu, mentan og list. Og sum annar triði var hann upphavsmaður til sjálvsstýrispolitikk Javnaðarfloksins um ein ríkjafelagsskap á jøvnum føti við danir frá 1999. Neyvt hin sami, sum fimm av seks flokkum á tingi arbeiða við í hesum døgum.

Hans Pauli legði heldur ongantíð fingrarnar ímillum. Fjúsið var stutt - men líka skjótt hinvegin aftur. Eitt eyðkenni við Hans Paula var, at eftir, at hann ikki sjálvur longur var valdur politikari, so helt hann øll árini hareftir fram við at vera minst líka so virkin í flokkinum sum áðrenn. Antin tað var í starvsnevnd, floksleiðslu ella á landsfundi møtti Hans Pauli trúfastur upp og luttók í orðaskiftinum. Hann var eisini formaður í Norðsteymoyar Javnaðarfelag til tað seinasta.

Tað var eisini eyðkent fyri Hans Paula, at hann megnaði at knýta bond millum ættarliðini í rørsluni, og hann var hollur stuðul hjá ungum spírum og Sosialistiskum Ungmannafelag. Tað er eingin loyna, at Hans Pauli Strøm vildi, at flokkurin setti Aksel V. Johannesen í sín stól, tá ið hann fór frá sum landsstýrismaður í heilsumálum. Soleiðis kom hann at slóða fyri politisku leiðini hjá núverandi formanni okkara. Á sama hátt var hann dyggur stuðul hjá dóttrini Ingilín Didriksen Strøm í hennara politiska virki.

Síðstu árini stríddist Hans Pauli við álvarsliga sjúku, men sjálvur helmaði hann ikki í: trúfastur og eldhugaður helt hann á at fylgja við og geva sítt íkast, so leingi orka var.

Vit minnast Hans Paula Strøm sum eitt heiðurligt, hugsandi og skrivandi menniskja – støðufestur, ágrýtin, loyalur; ein, ið altíð hevði tíð at lurta, og sum trúði upp á virðið av solidariteti, javnvirði og frælsi. Missurin er stórur.

Javnaðarflokkurin lýsir frið yvir minnið um javnaðarmannin Hans Paula Strøm.

Javnaðarflokkurin

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til NSÍ og trý stig til B36

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

6 tímar síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

6 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

6 tímar síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

7 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

7 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

7 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

7 tímar síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

7 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

8 tímar síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

8 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

8 tímar síðan