Fyri fyrstu ferð í fýra dystum fekk Geza spælitíð

Grimsby fekk eitt stig til høldar í dag

Seinastu tríggjar dystirnar í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini hevur David Geza Turi ikki fingið spælitíð við Grimsby Town.

 

Í dag bragdaði tó. Geza fekk 71 minuttir á vøllinum, tá Grimsby á heimavølli leikti javnleik 0-0 móti Oldham Athletic.

 

Frá Flashscore/Soccerstand fekk Geza góðan karakter fyri avrikið í dag. Hann fekk 7,3 (av 10 møguligum). 

 

Grimsby er nummar 16 í deildini við 28 stigum. Teir hava 10 stig upp til Chesterfield, ið er á sjeynda plássinum. Sjeynda, sætta, fimta og fjórða plássið geva aftaná lokna kapping møguleikan at spæla um at flyta upp í triðbestu deildina. Trý tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í triðbestu deildina.

 

Longu mánakvøldið klokkan 19.45 hevur Grimsby aftur dyst á heimavølli. Hesaferð móti Shrewsbury.