Tveir føroyingar vóru í leiki fyri lið síni í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld, og í báðum førum gjørdist talan um tap.
Tróndur Mikkelsen (myndin) og liðfelagarnir í HF Karlskrona taptu á útivølli 25-27 fyri Alingsås. Tað var annars Karlskrona, ið var á odda 14-13 í steðginum.
Tróndur skoraði trý mál upp á sjey málroyndir.
Karlskrona er nummar átta í deildini við 15 stigum.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby taptu á heimavølli í Jönköping 30-35 fyri Kristianstad. Gestirnir vóru á odda 19-16 í steðginum.
Rói kom til 10 málroyndir í dystinum, men bert tríggjar sótu í netinum. Rói var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Hallby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum, og tað sæst aftur á stigatalvuni. Hallby er triðaftast í deildini við 12 stigum.
Sävehof megnaði uttan Ísak Vedelsbøl at vinna 34-31 á botnliðnum, Västerås í Partille. Í steðginum var Sävehof á odda 16-14.
Sävehof er fjórðfremst í deildini við 21 stigum. Kristianstad og Malmö eru fremst við 26 stigum hvør.












