Fyri fyrstu ferð skoraði Áki hattrikk

Við 4-1 sigri í Sørvági heldur HB tørn um Víking í FM stríðnum

Veðrið var av tí fagrasta, og pallurin var so vakur, sum tað ber til at vera, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av HB.

 

Nú riggar HB til at fara úr Vágum við trivaligum 4-1 sigri. Sigurin ber við sær, at HB aftur er undir liðini á Víkingi, sum fyrr í dag vann 4-0 á útivølli ímóti Skála. Bæði Víkingur og HB hava 36 stig, og nú eru tað níggju stig aftur til KÍ, sum seinnapartin í morgin fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Mikukvøldið verður stórdystur, tá ið Víkingur og HB í Sarpugerði í Gøtu fara at telvast um, hvat av hesum feløgunum skal vera favorittur at vinna finaluna í kappingini um løgmanssteypið. HB vann fyrru hálvfinaluna, sum var í Gundadali, 1-0.

 

Áki D. Samuelsen hjá HB er ikki av størstu monnum, men í kvøld var hann størri enn nakar annar á Dungasandi. 20 ára gamli Áki D. Samuelsen skoraði reint hattrikk. Tað vil siga, at hann í fyrra hálvleiki legði HB á odda 1-0, 2-0 og 3-0.

 

Eitt korter var farið, tá ið Áki var hægstur og við høvdinum sendi bóltin í málið. Hetta var eftir innlegg úr høgru frá Hanusi Sørensen. Miðvallarin var øgiliga væl upplagdur, og umframt hetta málið, so átti hann eisini næstsíðsta fótin á, tá ið HB skoraði til 3-0 og til 4-0.

 

2-0 málið skoraði Áki D. Samuelsen við brotssparki. Tá var stórur hálvur tími farin, og tríggjar minuttir undan steðginum var tað aftur Hanus Sørensen, sum átti uppleggið, tá ið Áki D. Samuelsen staðfesti hattrikkið. Hetta var 86. Dysturin hjá Áka í bestu landskappingini, og nú hevur hann skorað 25 mál. Í kvøld skoraði hann fyri fyrstu ferð hattrikk.

 

Heimamenninir vóru lítið sannførandi í verjuspælinum, men í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, fingu teir vón um, at tað kanska fór at bera til at vinna eitt stig. Tá var tað miðverjin Hans Erik Gunnarsson, sum við stútara og eftir horna úr høgru minkaði um munin til 3-1.

 

Men longu tríggjar minuttir eftir steðgin varð 07 Vestur vónin sløkt í øllum sólskininum. Jacob Johansson skoraði til 4-1, og aftur var tað Hanus Sørensen, sum átti uppleggið.

 

HB er saman við Víkingi topplið við 36 stigum. Nú snýr tað seg hjá HB um hálvfinaluna í Gøtu mikukvøldið, og so verður tað annan sunnudag landskappingardystur á heimavølli ímóti KÍ.

 

07 Vestur er á sætta plássi við 16 stigum. Annað mánakvøld fer 07 Vestur at spæla landskappingardyst á Skála.