Samanbar tíðina hjá Vagn Foldbo og Jürgen Klopp

Seinnapartin í gjár var fráfaringarløta fyri Vagn Foldbo, ið fer frá sum skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík og fer í annað starv. 

Við høvið bar Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fram eina heilsan, har hann takkaði fráfarandi skúlastjóranum fyri tíðina og fyri góða samstarvið millum Skúlatrøð og kommununa.

 

Borgarstjórin vísti á, at tað var hin 9. februar í 2015, at Føroya løgmaður á heimasíðum hjá landsstýrinum boðaði frá, at Vagn Foldbo úr Leirvík var settur sum skúlastjóri við samanlagda skúlan í Klaksvík.

 

- Orsøkin til, at tað var løgmaður, sum setti starvið, var, at ein annar kendur maður, Bjørn Kalsø, tá var landsstýrismaður í mentamálum, og hann metti seg at vera ógegnigan sum fyrrverandi lærari á skúlanum.

 

Og borgarstjórin legði aftrat:

 

- Tað var sostatt hægsti myndugleikin her á landi, sum setti teg í starv her, so vit kunnu siga, at tú komst norður til Klaksvíkar við manér.

 

Karl Johansen segði, at nú Vagn Foldbo takkar fyri seg, eru tað aftur hægri myndugleikar, sum eru upp á spæl, sum hann tók til. 

 

- Tí, nú fert tú suður á tey bonaðu gólvini í høvuðsstaðnum í eitt hægri starv í Undirvísingarstýrinum.

 

Í røðu síni vísti borgarstjórin á, at halgabók mælir okkum menniskjum til at telja dagar okkara.

 

- Um vit telja upp tíðina frá tínum fyrsta starvsdegi, hin 1. mars í 2015 og fram til í dag, so hevur tú verið her hjá okkum í níggju ár, tríggjar mánaðir og 19 dagar, sum svarar til 3.399 dagar.

 

Karl Johansen helt fyri, at hetta er ein nokkso stórur partur av einum lívi, men legði aftrat, at alt her á fold fær ein enda og soleiðis eisini við hesum tíðarskeiði hjá Vagn Foldbo her norðuri í dýrdini, sum borgarstjórin tók til.

 

- Ein annar kendur maður fór eisini úr starvi fyri umleið einum mánaði síðan, og hann hevði eisini verið umleið níggju ár í tí starvinum. Tað er venjarin hjá Liverpool, sum eitur Jürgen Klopp, segði borgarstjórin.

 

Øll røðan hjá Karl Johansen, sum hann helt við heiðursløtuna fyri Vagn Foldbo, kann lesast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo