Fýra fólk skulu fyri rættin fyri at hava etið hummarar. Trupulleikin við vælsmakkandi matinum var, at ongin hummari var deyður, áðrenn hann varð etin Georg L. Petersen, Kalmar Lindenskov, ein danskur journalistur og ein hummarafiskari í Føroyum verða í heyst drignir fyri rættin, tí ákæruvaldið metir, at teir hava framt djórapínslu, tá teir í 2005 ótu hummarar, sum framvegis vóru livandi.
Allir partar í málinum eru ákærdir fyri at hava brotið grein eitt í djóraverndarlógini. Hon ljóðar, at dýr skulu viðfarast forsvarliga og skulu ikki av vanrøkt, overving ella á annan hátt vera fyri óneyðugari líðing.
Hetta hevur givið bót á 1000 krónur til hvønn. Ein danskur fotografur var eisini við í málinum, men hon hevur tikið við bótini á 1000 krónur, og er tí ikki longur partur av málinum.
Georg L. Petersen, Kalmar Lindenskov, danski journalisturin og hummarafiskarin standa framvegis til at fáa 1000 krónur í bót, um teir verða dømdir.
Harafturat, er hummarafiskarin ákærdur fyri at hava brotið grein 8 í somu lóg.
- Tann, sum ætlar at avlíva eitt dýr, skal vissa sær, at dýrið verður dripið so skjótt og pínuleyst sum gjørligt, stendur millum annað í hesi grein.
Við tað, at hummari kann drepast skjótari enn at vera etin livandi, verður av ákæruvaldinum mett, at tað ber til at ákæra mannin fyri hetta.
Revsiramman er upp til tvey ára fongsul fyri tílíkar gerðir, men um samanborið verður við líknandi mál, so hevur talið 30 dagar verið meira vanlig, samstundis sum tað bæði hevur verið treytað og treytaleyst.
Málið er eftir hondini rættiliga gamalt, tí tað var í maimánaði í 2005, at hendingarnar fóru fram, og ætlanin var at geva dóm í 2007, men verjan legði upp til, at hummarar kanska hoyrdu til bólkarnar við insektum, ormum og sniglum. Í heyst verður endalig avgerð tikin í málinum.
Nógv meira um hetta í Sosialinum í dag.