Fyri tey allar flestu fær tunnilin stóran týdning

- Eg haldi, at spurningurin um undirsjóvartunnil fyllir meira hjá yngra ættarliðnum - at tað verður lættari at verða við og fáa lut í teimum møguleikum og ágóðum, sum eru í meginøkinum, sigur Jónsvein Bech

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?

 

- Ja, tað vóni eg. So fáa vit eina meira veruleikakenda heildarmynd av, hvat ein slík verkætlan kanna væntast at fara at kosta. 

 

Tað sigur Jónsvein Bech.

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?

 

- Fyri tey allar flestu fer tað at hava stóran týdning, at ein undir vanligum umstøðum altíð sleppur til og frá, og tí sjálvur fær lættari við at kunna velja, hvar ein vil vera, og hvussu ein vil brúka tíðina.  

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?

 

- Ja, vónandi tað. Men, so er eisini at vóna, at vit øll vilja vísa samfelagssinni og góðtaka tær tillagingar, sum óivað mugu til fyri, at tað kann lata seg gera. 

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?

 

- Fyri okkum eldru haldi eg ikki, at tað hevur líka nógv at siga, sum tað hevur fyri tey yngru og komandi ættarlið.

 

Jónsvein Bech heldur, at spurningurin um undirsjóvartunnil fyllir meira hjá yngra ættarliðnum - at tað verður lættari at verða við og fáa lut í teimum møguleikum og ágóðum, sum eru í meginøkinum.

 

Og Jónsvein Bech leggur aftrat:

 

- Men vónandi fara tað altíð at vera nøkur, ið síggja trupulleikarnar sum avbjóðingar heldur enn sum forðingar og sum hava dirvi og áræði til seta nakað í verk sum er við til at gera tað meira liviligt at vera her og áhugavert hjá øðrum at vitja ella koma higar, hóast tað skal vera sjóvegis eina tíð enn, sigur hann.

 

Lesið eisini - 

 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning