Fríðrikur kongur hevur ikki hitt fráfarna kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Danska kongshúsið boðar Ekstra Bladet frá, eftir at tað kom fram, at kongurin er nevndur tríggjar ferðir í nýggjum Epstein-skjølum.
Skjølini vórðu almannakunngjørd seinnapartin fríggjadagin av amerikanska rættarmálaráðnum.
– Kongshúsið upplýsir, at Hansara Hátign Kongur ongantíð hevur hitt Jeffrey Epstein, stendur í svarinum til Ekstra Blaðið.
Fríðrikur kongur er fyrstu ferð nevndur í skjølunum í mars 2012, tá hann var krúnprinsur.
Sambært Ekstra Bladet er bretski ríkmaðurin Ian Osborne, sum sambært fjølmiðlunum er ein av vinnuligu kontaktunum hjá Epstein, í Danmark og skal hitta "krúnprinsin".
Hetta skrivar Ian Osborne í einum telduposti til Jeffrey Epstein.
Óvist er, um Osborne og táverandi krúnprinsurin hittust, skrivar Ekstra Blaðið. Bert hansara heiti er nevnt í júst hesum føri.
Sambært Ekstra Bladet ynskir Kongshúsið ikki at upplýsa, um Fríðrikur kongur og Osborne nakrantíð hittust.
Seinni í 2012 kemur táverandi krúnprinsurin fram saman við privatskrivara sínum Morten Roland Hansen á ein lista við staðfestum luttakarum til ein borðhald, har tilsamans 22 fólk skulu vera við, skrivar Ekstra Bladet.
##med2##
Tað er aftur óvist, um teir báðir vóru við til borðhaldið, sum sambært miðlinum sigst hava verið 26. juli á einum stað, sum eitur Loulous.
Krúnprinsurin er nevndur fyri triðju ferð í einum telduposti frá oktober 2013, sum snýr seg um, at Jerusalem Symfoniorkestur fyrstu konsert í 2013-14. Hetta varð markerað 30. oktober 2013 við minningarkonsert, sum 70 ár vóru liðin síðani flýggjan jødanna.
Telduposturin, sum varð sendur millum øðrum Jeffrey Epstein, varð sendur av tónaskaldinum Frederic Chaslin, sum stjórnaði tónleikinum.
Hann skrivar millum annað í teldupostinum, at hann eitur Frederic "sum prinsurin" tí mamma hansara varð bjargað av einari danskari familju.
Í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá kongsfamiljuni frá 2013 stendur, at táverandi krúnprinsurin skuldi vera við til tiltakið.
Epstein-skjølini verða í USA nevnd "Epstein-files". Tey vísa til eitt umfatandi prógv, sum rættarmálaráðið og FBI savnaðu inn fyri árum síðani undir kanning í Florida.
Í 2008 førdi hetta til, at handilsmaðurin Jeffrey Epstein játtaði at hava goldið einari ungari gentu fyri kynsligar tænastur og varð dømdur 13 mánaðir fongsulsrevsing.
Kanningin førdi eisini til, at hann seinni varð ákærdur í New York. Her doyði hann í fongslinum, meðan hann bíðaði eftir umfatandi rættarmáli um menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.
Málið er vorðið ein politisk høvuðpína hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum var vinur við Epstein í 1990- og 2000-árunum.
Tað eru veljarar hjá Trump, sum halda, at embætisfólk í Trump-stjórnini hava fjalt sambandið hjá Epstein við valdsmikil fólk.
/Ritzau/











