Hetta er spæliplássið millum Sankta Frans skúla og plantasjuna, og tað hevur leingi verið eitt ynski hjá skúlanum at okkurt verður gjørt við Amerika, sum økið verður kallað. Økið krevur grundleggjandi dagføringar, so tað kann brúkast sum spælipláss.
Býarskipanardeildin hevur saman við Mentamáladeildini arbeitt við at gera eitt prosjekt, har dentur verður lagdur á millum annað at drena økið, hækka gøtuna inn í viðarlundina og at gera eina tjørn í núverandi mýrulendinum við uppihaldsstaði og gøtu rundanum.
Harumframt skulu einstøk trø og innræsnir runnar burturbeinast, eins og veik og sjúk trø skulu fellast.
##med2##
##med3##












