Vinnustevnan FaroExpo letur aftur nú um middagsleitið, tá borðreitt verður við døgurða, og um ein tíma byrjar almenni parturin av tiltakinum sum er ráðstevnan í Løkshøll. Klokkan 13 í dag byrjar ráðstevnuparturin á FaroExpo, tá Løkshøll verður karmur um fýra áhugaverdar og forvitnisligar fyrilestrar.
Petur Steingrund, doktari í toski við Føroyar, fer at tosa um evnið: ?Fiskivinna, nytta ella ónytta?. Fyrilesturin fer at snúgva seg um í hvønn mun, fiskivinnan er til gagns fyri samfelagið ella ikki, og í hesum sambandi verður komið inn á burðardyggleika.
Pól Huus Sólstein er stjóri á P/F Atlantic Pelagic í Klaksvík, og hann fer at tosa um evnið: ?Virðisskapan á tí, sum verður fiskað?.
Ein ?skeivur? fyrilestur er eisini vorðin fastur táttur á FaroExpo-ráðstevnuni. Í fjør helt Jákup Veyhe hendan fyrilestur, og í dag verður tað Sjúrður Skaale, sum fer at røða um ?Undirhald við innihaldi?.
Atli Gregersen, fiskivinnufrøðingur, fer at tosa um ?Optimalt veiðitrýst?.
Fyrilesturin hjá Atla fer at snúgva seg um samanhangin millum veiðitrýst og veiði. Dentur verður lagdur á, hvat veiðitrýst gevur mestan búskaparligan vinning, fyrst og fremst, til skip og manning.
Tey, sum enn kundu hugsað sær at hoyrt fyrilestrarnar í Løkshøll, sum byrja nú klokkan 13, kunnu leita inn á heimasíðuna www.faroexpo.fo
Úr ítróttarhøllini í Runavík, her vinnustevnan FaroExpo letur aftur um middagsleitið, siga tey, at enn eru nøkur pláss eftir til fyrilestrarnar í Løkshøll.