Fyrilestur um heilaskaðar

.

Árið í ár er lýst at vera heilaár, og í hesum sambandi hava ergoterapeutarnir á Landssjúkrahúsinum í dagliga arbeiðinum við uppvenjing av heilaskaddum bjóðað einum kendum donskum ergoterapeuti til Føroya at undirvísa bæði terapeutum og øðrum fakbólkum í uppvenjing av heilaskaddum.

Tað er ergoterapeuturin Birgitte Christensen, sum hevur drúgvar royndir í arbeiði við heilaskaddum og dagliga starvast á Vordingborg sjúkrahúsi, har hon hevur verið við til at uppbyggja eina sera væl umtókta uppvenjingardeild. Umframt hetta heldur hon eisini fyrilestrar og undirvísir øllum bólkum innan heilsuverkið. Nevnast kann, at tá Experimentarie fyrr í ár læt upp eina sýning um heilan, fekk Birgitte Christensen tann heiður at seta framsýningina.

Vitjan hennara í Føroyum er eisini eitt gott høvi at lýsa ein part av virkisøkinum hjá hesum lítla fakbólki, ið hóast hann bert telur 12 limir, er rættiliga virkin og myndar næst minsta fakfelag í landinum, og hevur júst í ár 10 ár á baki.

At limaskarin fer at økjast í komandi tíðum, er eingin ivi um, um sammett verður við grannalondini, har ergoterapeutar eru ein nógv eftirspurdur fakbólkur.

Birgitte Christensen vitjar í Føroyum 13. til 17. oktober. Hon fer at halda fyrilestur um ?Skjulte handicaps ved hjerneskade? og at undirvísa tí tvørfakliga bólkinum á uppvenjingardeildini í handfaring og viðgerð av heilaskaddum eftir serligum grundreglum.