Listasavnið skrivar, at Anne Renahan granskar í umstøðunum hjá listakvinnum í 20. øld og kannar hvussu fortreytirnar hjá teimum ávirkaðu listina. Anne Renahan hyggur serliga at visuellum framsetingum av landslagi eftir listakvinnum í Orkney, Hetlandi, Føroyum, Íslandi og í Grønlandi.
Anne Renahan bjóðar søguskrivingini av, við at nýta eina øðrvísi greiningarrammu til at viðgera søgur, sum higartil hava fingið sera avmarkað uppmerksemi í okkara søgu. Við kanningini ynskir Anne at vísa á veruliga oyggjalívið og umstøðurnar hjá listakvinnum um okkara leiðir.
Anne Renahan er PhD-lesandi á deildini fyri listasøgu við University of St Andrews í Skotlandi. Hon arbeiðir við at kanna framsetingina av modernaðum og samtíðar oyggjalandsløgum í Norðuratlantshavi. Í hesum sambandi leggur hon serligan dent á kvinnur og listafólk, og samspæl millum útjaðara og miðdepil. Endamálið er at kanna og mótarbeiða kolonialum framsetingum og hugmyndum um útnorður, við at savna ymisk dømi um listafólk, sum arbeiða tvørtur um tjóðir í Norðuratlantshavið.
Anne er ráðgevandi ritstjóri hjá Rizzoli, einum altjóða forlagið (New York og Milano), sum gevur út bøkur um list, arkitektur og design. Hon hevur arbeitt sum journalistur í miðeystri og í Tjekkia, verið ritstjóri fyri United Nations í Beirut í Lebanon, og verið leiðandi ritstjóri á fyrrverandi skrivstovuni hjá Bloomsbury í Doha í Qatar.
Fyrilestur verður á enskum, og tað er ókeypis atgongd.










