SAMANLEGGING
Jógvan Thomsen, sum er stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, var seinasti borgarstjóri í gomlu Nólsoyar kommunu, sum í 2005 legði saman og gjørdist partur av Tórshavnar kommunu.
- Eg haldi, at menningin síðan samanleggingina hevur verið rímiliga positiv, og tað eru íløgur gjørdar í Nólsoy, sum ikki høvdu verið komnar, um eingin samanlegging hevði verið.
Jógvan ásannar, at hann, síðan hann fór úr kommunalpolitikki, ikki hevur fylgt serliga væl við gongdini, tí hann hevur onnur ting at brúka tíðina til.
Størri íløgur
- Vit høvdu eina íløguætlan í Nólsoyar kommunu upp á eina góða miljón krónur um árið, men eg rokni við, at tær íløgur, sum gjørdar eru í bygdini síðan samanleggingina, svara til einar 2-3 ferðir hetta tal. Tað merkir, at við ongari samanlegging høvdu íløgurnar í bygdini ikki verið nær til tær somu, sum vit hava sæð árini eftir.
Fyrrverandi borgarstjórin vísir á, at barnagarðurin, sum bygdur varð í Nólsoy fyri fáum árum síðan, var við í samanleggingarætlanini. Hesin kostaði einar 7-8 miljónir krónur.
- Útbyggingin av havnarlagnum var komin rættiliga langt í 2005, men varð gjørd liðug eftir samanleggingina, sigur hann.
Jógvan Thomsen sigur, at ein stór íløga, sum eisini er framd eftir samanleggingina, er umleggingin av kloakkskipanini í bygdini.
- Eg havi skilt, at henda íløga liggur um einar 6-8 miljónir krónur, og eina slíka íløgu hevði Nólsoyar kommuna als ikki megnað omanyvir barnagarð og havnalag.
Hann vísir á, at við samanleggingini varð umsitingin av gomlu kommununi, sum kostaði einar 600.000 krónur um árið, eisini spard burtur.
- Samanlagt eru kanska út við 20 miljónir krónur lagdar niður í Nólsoy síðan 2005, og hetta hevði gamla kommunan einsamøll ikki havt møguleikar til, staðfestir hann.
Taka kostprís
Tað hevur víst seg, at kommunur, sum hava lagt saman við Tórshavnar kommunu, eru farnar at selja byggiøkini dýrari, enn møguleiki var at keypa hesi fyri áður. Men hetta hevur eisini nakað við tað at gera, at útstykkingarætlanir verða gjørdar, har grundøkir eru gjørd byggibúgvin, eins og allar íbindingar eru til grundøkini.
Jógvan Thomsen heldur tó ikki, at økti kostnaðurin fyri byggiøkir sum so hevur nakað við samanlegging at gera.
- Kommunan eigur sambært lóggávuni á økinum at taka tað, sum tað kostar at fáa fatur á grundøkjunum, og tá hesi verða gjørd byggibúgvin við íbindingum, sum skulu til, kemur hetta upp á kostnaðin.
Hann vísir á, at hin møguleikin er, at grundøkini verða seld, soleiðis sum tey eru – og við ongari planering ella íbindingum.
- Um kommunur ikki taka kostprís fyri slíkar íløgur, tá grundøki verða seld útaftur til sethúsabygging, er tað ein spurningur, um eftirlitsmyndugleikin virkar – ella um hann vendir blinda eyga til, sigur Jógvan Thomsen.
Longri avgreiðslutíð
Fyrrverandi borgarstjórin í Nólsoyar kommunu sigur, at við samanleggingini er avgreiðslutíðin vorðin longri, og tað er kanska vorðið tyngri at koma ígjøgnum skipanina, sum liggur longri burtur.
- Jú, eg haldi tað vera skilagott við størri kommunalum eindum, tí hetta kann geva eindunum nógvar fyrimunir. Vit kunnu siga, at avgreiðslutíðin av ymiskum málum gerst longri, men samstundis hava nógvar av avgerðunum eisini ein størri virknað, sum Jógvan Thomsen tekur til.