Fyrireika milliarda boð upp á Salah

Premier League: Jurgen Klopp hevur sagt nei ein ferð, men Al Ittihad kemur aftur eftir Mohamed Salah

Altjóða miðlar skriva, at saudiarabiska felagið Al Ittihad hevur bjóðað 1,3 milliardir krónur við øllum fyri 31 ára gamla Mohamed Salah hjá Liverpool, men at Jurgen Klopp hevur sagt nei takk.

 

Nú sigur søgan, at Al Ittihad ætlar at koma aftur við einum boðið, sum liggur um 1,7 milliardir krónur. Flytingarvindeygað í Saudiarabia er opið til 7. september og viðmerkjarar sum Jamie Carragher, at slíkar pengar kann felagið næstan ikki siga nei til.

 

Eina ferð vóru Mohamed Salah, Roberto Firmino og Sadio Mané mettir at verða ein av heimsins bestu trýkleyvara í altjóða fótbólti, tá hesir ráddu fyri borgum í Liverpool. Nú hava bæði Sadio Mané og Roberto Firmino skift tilveruna í Evropa út við Saudiarabia. Eftir stendur Mohamed Salah, sum er stóra stjørnan hjá Liverpool, men tað er ein spurningurin hvussu leingi tað stendur við.

 

Nú vil Al Ittihad hava toppskjúttan hjá Liverpool og er til reiðar at brúka nógvra pengar, fyri at fáa skiftið upp á pláss. Bæði fyri at keypa Mohamed Salah leysan úr Liverpool, og í løn til egyptaran. Tað skal sambært spanska miðlinum, Relevo, standa Mohamed Salah í boðið at blíva hægst lønti spælarin í Saudiarabia. Tað vil siga eina ársinsløn omanfyri tær 619 milliónirnar, sum Cristiano Ronaldo fær í Al Nassr.

 

Umboðsmaðurin hjá Mohamed Salah hevur fyrr í summar skotið søguna niður. Mohamed Salah hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við Liverpool og mest sannlíkt er, at spælarin fyribils heldur fram í Liverpool í minsta lagi í eitt ár afturat.

 

Skuldi Mohamed Salah skift til Al Ittihad, so hevði hann blivið liðfelagi við Karim Benzema, N'Golo Kanté og Fabinho.