Fyrrverandi amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Lawrence "Larry" Summers, leggur frá sær starvið í nevndini í millum annað OpenAI, sum er fyritøkan handan chatbottin ChatGPT.
Summers leggur frá sær, eftir at teldupostar millum hann og deyða fíggjarmannin og kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein vórðu almannakunngjørdir.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Frá 1999 til 2001 var Summers fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá demokratunum, Bill Clinton. Undir stjórnini hjá demokratinum Barack Obama var Larry Summers stjóri í amerikanska búskaparráðnum.
Summers segði mánadagin, at hann fer at siga seg úr øllum almennum størvum, sum hann stríðist fyri. Umframt starvið hjá OpenAI er hann professari á Harvard universitetinum.
- Eg skammist djúpt um mínar gerðir og viðurkenni pínuna, eg havi elvt til.
- Eg taki fulla ábyrgd av míni skeivu avgerð um at halda fram við samskiftinum við Epstein, skrivar hann í eini fráboðan, sum CNBC og Reuters hava fingið.
Nevndin í OpenAI sigur í eini felags fráboðan, at tey virða hansara val, og at hansara "mongu íkast eru virðismett", skrivar Reuters.
Summers hevði verið í nevndini síðani 2023.
Harvard University segði mikudagin, at fólk, sum høvdu teldupostbrævaskifti við Epstein, eru kannað. Í fráboðanini stendur ikki, um Summers var við.
Í farnu viku gav eftirlitsnevndin í tjóðartinginum út 20.000 síður av skjølum, sum hava við Epstein at gera.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur síðani givið sínum løgmálaráð boð um at kanna sambandið hjá framstandandi demokratum við Epstein.
Hesar skjalasíðurnar vóru brævaskifti millum Summers og Epstein, har tann fyrri søkti ráð um, hvussu hann kundi lokka eina kvinnu, sum hann var mentor hjá.
Fleiri teldupostar og sms-boð vórðu funnin millum menninar báðar millum november 2018 og juli 2019.
Í 2008 játtaði Epstein seg sekan í millum annað at hava søkt um ein persón undir 18 ár, og tað varð hann dømdur 13 mánaðir fongsulsrevsing fyri.
Í 2018 komu fleiri søgur fram um kynslig brotsverk, sum Epstein og hansara netverk framdu. Eitt amerikanskt blað helt, at tað kundi eyðmerkja umleið 80 offur.
Árið eftir varð hann handtikin fyri menniskjahandil.
Í august 2019 hongdi Epstein seg sjálvan í fongsulsrúminum í USA.
Summers er tó ikki tann einasti, sum hevur verið ávirkaður av avdúkingunum hjá Epstein. Andrew Mountbatten Windsor varð fyrr í hesum mánaðinum strikaður av sínum prinsaheiti í Bretlandi.
Hann hevur fingið atfinningar fyri vinalagið við Epstein og skuldsettur fyri neyðtøku, sum eftir øllum at døma fór fram heima hjá Epstein á Manhattan og á privatu oynni hjá Epstein í Karibia.
/Ritzau/











