Eitt ferðamannaskið av Malta fór í dag úr Dubai við kós móti Oman.
Tað veit Euronews at siga seinnapartin.
Skipið hevur ligið við bryggju í Dubai í 47 samdøgur og er nú fyrsta ferðamannaskipið, sum fer gjøgnum Hormussundið, síðan USA og Ísrael lupu á Iran.
Sagt verður, at eingi ferðafólk eru við skipinum á ferðini.
Tíðindastovan Reuters veit at siga, at 20 skip í løtuni eru ávegis úr Persaraflógvanum móti Hormussundinum.
Á kortinum omanfyri sæst siglingarleiðin hjá maltesiska ferðamannaskipinum um Hormussundið.
Lesið eisini: Iran hóttir nú við at steingja Hormussundið aftur
https://www.in.fo/news-detail/iran-hottir-vid-at-steingja-hormussundid-aftur











