David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town stríðast fyri at enda millum sjey tey ovastu liðini, so teir kunnu spæla um uppflyting til triðbestu fótbóltsdeildina í Onglandi, League One.
Í dag var Grimsby Town fyri fyrsta tapinum í League Two í 2026.
Á útivølli tapti Grimsby 1-3 fyri Bristol Rovers. Bristol var á odda 2-0 tá bert sjey minuttir vóru leiktir av dystinum. Andy Cook fekk minkað um munin í 38. minutti. Seinni hálvleikur var 18 minuttir gamal, tá heimaliðið økti til 3-1.
11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Geza slapp á vøllin.
Grimsby er nummar 11 í deildini við 49 stigum. Teir eru fýra stig frá sjeynda plássinum, har Chesterfield hevur 53 stig.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Notts County.











