Fyrsti dystur hjá Fleyr á nýggja heimavøllinum

Mansliðið hjá Fleyr skal klokkan tjúgu í kvøld á fyrsta sinni royna seg á nýggja heimavøllinum, sum framyvir verður Stórhøllin á Hálsi.


Fleyr havur síðani Gundadalshøllin varð bygd í byrjanini av 80-unum spæl sínar dystir í Gundadalshøllini, men hetta er søga nú, eftir at høllin nú er liðugt umbygd.


Fyrsta mótstøðuliðið, sum kemur at royna seg í nýggju høllini er ÍF, sum í løtuni liggur á 1. plássi við 33 stigum, meðan Fleyr hevur 21 stig.